Húkafiskiskapur er ein hin elsti fiskarháttur sum er. Norska húkafyritøkan O. Mustad fór fyrst í 1970 unum, undir at betra um møguleikarnar hjá húkaflotanum, við at gera eina egningarmaskinu, sum kundi seta og draga munandi størri nøgdir av húkum enn vanligt og við munandi minni fólki.
Menn komu skjótt eftir at hetta var ein góð íløga og at vinningur til skip og manning øktist munandi við hesum nýggja Longline Systeminum frá Mustad.
Longline systemini hjá Mustad eru at finna kring allan knøttin og ikki minni enn 700 eru í drift í løtuni. Tað verður stútt arbeitt við at betra tey systemir sum eru á marknaðinum.